
Regatta 2009 Nýggjur Falkur kemur til Hósvíkar í morgin, Mánadagin 26/10 - 2009, øll eru vælkomin í róðrarneysti um 20.00 - 20.30 tíðuna.

Regatta 2009 So var Regatta av á hesum sinnið, vit hopa at øll eru væl nøgt og hava havt eitt gott og hugnaligt kvøld. Eisini vil Hósvíkar Róðrarfelag takka øllum hjálparfólkum og øðrum sum hava hjálpt til at gjørt hesa Regatta'ina til tað sum hon bleiv til. Takk fyri

Regatta 2009 og so var bert ein dagur eftir, til Regatta 2009 verður. Uml. 80 bátar eru higartil tilmeldaðir, 11 campingvognar og 12 kappróðrarbátar, so tað sær bara heilt gott út! Men fell ikki í fátt, um tú ikki náddi freistina, vit taka enn móti tilmeldingum :-)

Regatta 2009 minnir á at freistin at melda til Regatta 2009 er í kvøld kl. 22. Nú er ikki at liggja sjóvarfallið av, men at fáa bátin kláran og útgjørdan til Regatta. Um góð trý døgn (+ 3t) verður farið av Eiði.

Regatta 2009 og sum tíðin leypir avstað, so eru tað nú bert 3 dagar til Regatta. Minnast skal á, at rógvandi luttakarar fáa serprís á 100 krónur, og at húsvognar vinarligast verða bidnir melda til í góðari tíð, so vit á bestan hátt fáa hýst teimum og givið teimum góðar umstøður :)

Regatta 2009 So eru bert 5 dagar til Regatta verður. Tilmeldingarfreistin er mikudagin kl. 22. Í ár hava vit flutt fjallið til Muhammed - maturin verður borðreiddur í góðum telti niðri á keiini, so fólk sleppa undan at ganga niðan í Bygdarhúsið. NB! Áheitan til bátaeigarar í Hósvík: Vinarliga flytið bátarnar úr bátahylinum ella leg...gi teir við síðuni til, teir sum ikki luttaka á Regatta 2009.

Regatta 2009 ynskir øllum ein góðan Summar Festival um vikuskiftið ;) men sparið nú eitt sindur upp á krútið, nú eru bert 7 dagar til Regatta verður :D Tilmeldingarfreistin er forrestin mikudagin klokkan 22, so meldi til áðrenn :) tlf. 221805, 25 72 93 ella 26 15 96

Regatta 2009 er við at fáa seinastu snøklarnar upp á pláss.. Nú eru bert 8 dagar til Regatta 2009! Hugsar tú um hvussu tú skal húsast á Regatta? - Tak teltið við! Hevur tú teltið, hava vit plássið - og tað er púra ókeypis! :D

Regatta 2009 telur víðari niður - 9 dagar til Regatta 2009!! Nú er eisini klárt at taka móti húsvognum á Regatta 2009 :D
www.camping.fo
Joomla! - the dynamic portal engine and content management system

Regatta 2009 So er niðurteljingin byrjað - 10 dagar til Regatta 2009!! Gerið bátin kláran, pakkið teltið og rudda húsvognin! Í ár er pláss fyri øllum á Regatta :)



























