Photos
Posts

Aðalfundurin hjá Argja Bóltfelag verður í AB-húsinum mikudagin 28. februar 2018 kl. 20:00.

Nevndin

Aðalfundurin hjá Argja Bóltfelag verður í AB-húsinum mikudagin 28. februar 2018 kl. 20:00.

Nevndin

Posts

Venjarakappingin stendur fyri framman

Árliga kappingin hjá Venjarafelag Føroya verður spælt hetta vikuskiftið, leygardagin 17. februar.

AB er eitt av seks liðum í Betrideildini, sum tekur lut í kappingini. Øll spæla ímóti øllum, og tí skal hvørt lið spæla fimm dystir. Hvør dystur er 25 minuttir. Steðgurin ímillum hvønn dyst verður 10 minuttir.

...

Kappingin verður spæld á teimum trimum vøllunum í Gundadali. Dystarskráin hjá okkara monnum sæst niðanfyri.

1. dystur kl. 13.00: AB-NSÍ á niðara vølli.

2. dystur kl. 13.35: AB-B36 á Tórsvølli.

3. dystur kl. 14.10: AB-Víkingur á ovara vølli.

4. dystur kl. 14.45: AB-KÍ á niðara vølli.

5. dystur kl. 15.20: AB-Skála á ovara vølli.

Koyr á AB!

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo

See More
Image may contain: one or more people, people standing and outdoor

Endaliga kappingarskráin er komin út

Endaliga kappingarskráin fyri kappingarárið 2018 í Betrideildini hjá monnum er í morgun blivin kunngjørd av FSF - The Faroe Islands Football Association.

Sum kunnugt, so spæla okkara menn sín fyrsta dyst inni í Vika á Argjum ímóti 07 Vestur 11. mars. Næstu tveir dystirnir eru síðani í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi og aftur á Argjum ímóti Skála.

...

Kappingarskráin er løgd soleiðis, at 15 tey fyrstu umførini verða spæld í fyrru kappingarhálvu. Seinasti dysturin hjá AB í fyrru hálvu verður á heimavølli ímóti B36 sunnudagin 24. juni.

Eftir summarfrítíðina leggja okkara menn til brots aftur fríggjakvøldið 27. juli, tá ið Suðuroyingarnir (TB/FCS/Royn) koma norður um fjørðin at spæla árliga Ólavsøkudystin á Argjum.

Í teimum síðstu trimum umførunum spælir AB tveir av dystunum á heimavølli. Víkingur og Skála koma á vitjan ávíkavist 6. og 21. oktober, áðrenn ársins síðsti dystur í Betrideildini verður spældur 27. oktober ímóti EB/Streymi á Eiði.

AB er eitt av teimum fimm liðunum, sum spælir 14 heimadystir og 13 útidystir.

Kappingarskráin hjá AB í Betrideildini 2018 sæst í fullum líki niðanfyri:

1. umfar sunnudagin 11. mars: AB-07 Vestur

2. umfar leygardagin 17. mars: EB/Streymur-AB

3. umfar mánadagin 2. apríl: AB-Skála

4. umfar sunnudagin 8. apríl: KÍ-AB

5. umfar hósdagin 12. apríl: AB-Víkingur

6. umfar sunnudagin 15. apríl: TB/FCS/Royn-AB

7. umfar sunnudagin 22. apríl: B36-AB

8. umfar sunnudagin 29. apríl: AB-NSÍ

9. umfar sunnudagin 6. mai: HB-AB

10. umfar sunnudagin 13. mai: AB-EB/Streymur

11. umfar mánadagin 21. mai: AB-KÍ

12. umfar sunnudagin 27. mai: AB-HB

13. umfar sunnudagin 3. juni: NSÍ-AB

14. umfar sunnudagin 17. juni: Skála-AB

15. umfar sunnudagin 24. juni: AB-B36

16. umfar fríggjadagin 27. juli: AB-TB/FCS/Royn

17. umfar sunnudagin 5. august: Víkingur-AB

18. umfar sunnudagin 12. august: 07 Vestur-AB

19. umfar sunnudagin 19. august: AB-B36

20. umfar hósdagin 23. august: AB-NSÍ

21. umfar leygardagin 1. september: HB-AB

22. umfar sunnudagin 16. september: TB/FCS/Royn-AB

23. umfar sunnudagin 23. september: AB-07 Vestur

24. umfar sunnudagin 30. september: KÍ-AB

25. umfar leygardagin 6. oktober: AB-Víkingur

26. umfar sunnudagin 21. oktober: AB-Skála

27. umfar leygardagin 27. oktober: EB/Streymur-AB

See More

Betrideildin: B36 og AB spæla venjingardyst í Gundadali hósdagin 25. januar kl. 18.00.
(3-0 til B36)

AB hevur gjørt sáttmála við 2 nýggjar leikarar: 20 ára gamla Absalon Eliasen og 31 ára gamla Ivan Knezevic úr Montenegro.
Les meira her: http://argjaboltfelag.com/…/effo-deil…/322-2-nyggir-leikarar

.
argjaboltfelag.com

AB hevur fingið boð um at 4 gentir eru úttiknar til U19 landsliðsvenjing, ið byrjar 28. januar. Hesar eru
Sandra Brimsvík
Vár Miðberg
Sóley Dalsgarð
Tórunn Sømark...
Flott gentir

See More
Argja Bóltfelag updated their cover photo.
January 17
Image may contain: outdoor
Image may contain: outdoor
Odd Dam to Argja Bóltfelag

Ab U11 dreingir..umstøđurnar vóru ikki tær bestu til venjing..so vit hava nokk gjørt Føroya størsta fótboltsfelag logo ístađin..ca 30 metur í diametur..+ kavakríggj..

Fyrsti dystur í Betri deildini verður í dag kl. 13 mótir NSÍ, inni í Vika.

Fyrsta venjingarvikan hjá besta liðnum, sum spælir í Betrideildini í 2018, er nú liðug.

Liðið spælir ársins fyrsta venjingardyst inni í Vika á Argjum í morgin. Mótstøðuliðið verður NSÍ og dysturin byrjar klokkan 13.

Koyr á AB!

Image may contain: 1 person, sitting and indoor

Hey tit allir U21 spælarar.
Skal heilsa frá venjaranum, Allan Mørkøre, at fyrsta venjing verður týsdagin tann 9. januar, kl. 18.30.
Allir leikarar, ið ætla at spæla, verða bidnir at møta upp.

Bál verður kynt á parkeringsøkinum niðan fyri AB-húsið kl. 21.30.
Øll vælkomin.

Felagið ynskir øllum leikarum, venjarum, nevndum, hjálparfólkum, stuðlum og viðhaldsfólkum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

Vit takka fyri tað brátt farna, og vit síggjast aftur, ung sum eldri, í kappingarárinum 2018! 💪⚽️

Opið til kl. 20 í kvøld, í morgin er stongt!

DEC30
Sat 10:00 AM UTCAB húsið
2 people interested

Seinasti kjansur at keypa fýrverk er í kvøld 30. desember. Vit hava opið í AB-húsinum til kl. 20.00.
Nýggjársaftan er sunnudagur, og tí eru allar fýrverksølur í landinum stongdar í morgin.

Í morgin 30. des., er opið frá kl. 10. Komið og stuðlið okkum 🍾

DEC30
Sat 10:00 AM UTCAB húsið
2 people interested